Fleiri bústaðir til fólk við menningartarni

Í morgin verða bústaðir í Klaksvík, til fólk við menningartarni, lidnar

Í morgin, hósdagin fer Landsverk at handa Almannamálaráðnum nýggja sambýlið fyri fólk við menningartarni.

Tað er sambýlið Mylnutún, sum eisini er í Mylnutún 7 í Klaksvík 

 

Í sambýlinum eru 12 bústaðir og teir eru allir knýttir upp í eitt felagsøki.