Meiri enn 20 fólk lógu eftirá, tá fleiri spreingingar vóru í bygningum hjá trygdardeildunum í býnum Idlib í útnyrðingspartinum av Sýrialandi fyrrapartin. Tað sigur mannarættindafelagsskapurin Observatory for Human Rights, sum hevur høvuðsstøð í London. Felagsskapurin sigur seg eisini hava hoyrt um eina spreinging í høvuðsstaðnum Damaskus.
Almenna sýriska sjónvarpið sigur, at fyribils vita myndugleikarnir um átta fólk, sum doyðu í tveimum spreiningum í býnum í Idlib. Sjónvarpið hevur eisini víst óhugnaligar myndir úr býnum, og sagt verður, at tað vóru yvirgangsmenn, sum skipaðu fyri bumbuatsóknini.
Norski heryvirmaðurin Robert Mood, sum stendur á odda fyri ST-eygleiðarunum í Sýrialandi, ásannar, at uppgávan verður trupul, men hann ivast kortini ikki í, at eygleiðararnir fara at gera mun.










