Fleiri bumbur í Mumbai

Fleiri bumbuspreingingar hava verið í indiska býnum Mumbai seinnapartin, og indiska løgreglan sigur, at fyribils eru minst fýra fólk funnin deyð, og fleiri eru særd.

Indiska innanríkisráðið sigur, at talan er um yvirgang. Sambært løgregluni er talan um minst tríggjar spreingingar, og at fáir minuttir vóru ímillum teirra. Tann fyrsta var við eitt sølutorg har suðuri í býnum, onnur við eina hýruvognstøð í miðbýnum, og tann triðja var uttan fyri operahúsið, sum eisini er har suðuri í býnum.

Fyri trimum árum síðani lupu yvirgangsmenn á fleiri mál í Mumbai, og 166 fólk lógu eftirá. BBC sigur, at tann einasti av yvirgangsmonnunum, sum slapp livandi frá álopinum í 2008, hevur føðingardag júst í dag.