Fleiri bumbuhóttanir í Danmark

Bumbuhóttanir eru settar fram móti fleiri almennum støðum í Danmark, millum annað CBS, har fleiri føroyingar eru næmingar. Hóttanin móti CBS er tó avlýst.

Fleiri bumbuhóttanir eru í dag settar fram móti støðum í Danmark. Roskilde Lufthavn, Ro's Torv í Roskilde og Vestsjællandcenteret í Slagelse eru tømd fyri fólki, eftir at bumbuhóttanir vóru settar fram móti teimum.

 

Í SMS-boðum til næmingar sínar, hevur Copenhagen Business School eisini boðað frá, at skúlin hevur fingið eina bumbuhóttan móti Solbjerg Plads. Fleiri føroyskir næmingar ganga á CBS og hava fingið boðini.

 

Enn er ikki greitt, hvussu hóttanirnar eru settar fram. Vakthavandi á donsku løgreglustøðunum hava fyribils heitt á fjølmiðlarnar um ikki at ringja, tí so nógv er at gera í løtuni, og lítið yvirlit er yvir støðuni.

 

København's politi sigur, at eisini hagar eru fleiri bumbuhóttanir fráboðaðar, men teir hava beinanvegin avvíst allar sum ógrundaðar.

 

Fyribils eru eingi boð komin um, at nøkur bumba er funnin nakra staðni, skriva danskir miðlar.