Í kvøld klokkan 19 skal B36 spæla móti norðurírska Crusaders FC í 1. umfari í Europa League. Gestirnir úr Norðurírlandi vunnu fyrra dystin 2-0. B36 skal tí fram at skjóta minst tvey mál fyri at koma víðari.
- Hetta verður trupult. Avrikið í Norðurírlandi var ikki nóg gott, men vit vita at vit skulu allar betra okkum. Vit síggja oftani í Evropa, at tað eru ymisk lið, ið spæla á heimavølli og útivølli. Tað sóu vit eisini við HB móti Helsinki, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36.
Árstalsfelagið verður uttan Alex Mellemgaard, Benjamin Heinesen og Michal Przybylski. Tí skal Jákup á Borg til at blanda kortini av nýggjum. Vinnarin av hesi uppgerðini skal spæla móti Premier League felagnum Wolverhampton.
Europa League 1. umfar:
B36 (0) – (2) Crusaders FC (19.00)
Beinleiðis á FM1