Fleiri bretar ímóti ES

Bretar eru ikki so fegnir um ES-limaskapin sum fyri 15 árum síðani, og fleiri vilja sleppa burtur úr samveldinum Mótstøðan ímóti bretska limaskapinum í ES er vaksin tey seinastu 15 árini sambært einari nýggjari meiningakanning hjá vikublaðnum Economist.

Kanningin vísir, at 31 prosent halda, at Bretland hevur havt fyrimun av limaskapinum. Tað søgdu 43 prosent í einari tilsvarandi kanning í 1995. Samstundis eru tey, sum hava limaskapin vera ein bága fyri Bretland, økt úr 30 prosentum í 37 prosent.

Tað eru eisini fleiri bretar, sum vilja sleppa burtur úr Evropasamveldinum. Í 1995 svaraðu 12 prosent, at tey vildu hava Bretland úr samveldinum. Í teirri nýggju kanningini hjá Economist siga 21 prosent tað sama.