Hóast nógv grilla um summarið, og grillmatur gjarna smakkar óføra væl, er tað sambært heimasíðuni medicin.dk ikki heilt vandamikið at grilla.
Kanning vísir, at áðrenn matgerðin yvirhøvur er byrjað, koma nógv - serliga menn, men eisini børn og húsdjór - til skaða við tað, at tey brenna seg, tá kynt verður í grilluni.
Hvørt ár enda soleiðis millum 300-350 fólk á skaðastovum í Danmark við brunasárum, harav eini 15-20 við álvarsomum sárum.
Í nógvum førum er tað flótandi sprit ella tendringsvæta, sum eru orsøkin til óhappini, tá kynt verður í grilluna.