Fleiri blaðung og fleiri gentur byrja at drekka

Ráðstevna í Havn um rúsevni: Gongdin er hættislig:

 

­ Fyrr var tað lættari at rokna út, hvør var í vanda fyri at blíva misnýtari. Nú eru misnýtarar at finna allastaðni í samfelagnum.


­ Vit hava nógv at læra av hvørjum øðrum. Og vit hava lært nógva hesar seinastu dagarnar.

Poul Jákup Thomsen, ráðgevari hjá Rúsdrekka og Narkotikaráðnum sigur, at eitt tað besta, hann fekk burturúr norðurlendsku rúsevnisráðstevnuni í Havn í hesi vikuni, eru tey góðu hugskot og tey góðu ráð, hann hevur fingið um, hvussu tað ber til at fáa samband við tey, sum tað er mest átrokandi at upplýsa um rúsevni.

­ Á ráðstevnuni vóru evnisráðgevarar úr Føroyum, Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki og grønlandi.

Poul Jákup Thomsen sigur, at endamálið við ráðstevnuni var at ráðgevararnir, hvør í sínum lagi lagi skuldi oysa av teimum royndum, teir høvdu við ráðgevingini í teimum ymsu londunum.

­ Endamálið var at vit skuldu geva hvørjum øðrum hugskot um, hvussu farast skuldi fram og vit skuldu fortelja hvørjum øðrum, hvørji tiltøk eydnaðist væl, og hvat eydnaðist minni væl, so hini londini kundu vita, um tað var nakað tey áttu at tikið upp.

Eitt evnið, sum nógv varð tosað um, at rúsevnispolitikkurin í í Norðurlondum, nú ES pikkaði á dyrnar summastaðni, og summi lond vóru sloppin innum.

ES hevur ikki sama afturhaldspolitikk, sum norðurlond, uttan Danmark hevur, og ongin ivaðist í, at rúsevnispolitikkurin fór at ávirka rúsevnispolitikkin, eisini í teimum londum, sum ikki eru limur.


Gongdin ódámlig

Poul Jákup Thomsen sigur, at, seinastu árini hevur gongdin allastaðni verið tann ódámliga, at ungdómurin verður yngri og yngri tá ið tey byrja at drekka.

Og samstundis vísir tað seg, at fleiri og fleiri gentur eisini fara at drekka.

Hann sigur, at tølini úr Føroyum vísa ikki nakra munandi øking hjá konufólki, men gongdin er har hóast alt.

­ Og samstundis er tað staðfest, at vansin fyri at blíva misnýtari økist munandi, jú yngri tey fara at drekka.

Hann sigur, at gongdin førir við sær, at rúsevnistrupulleikarnir versna spakiliga ár um ár.

­ Og tað førir so aftur við sær, at fleiri og fleiri børn longu í móðurlívi fáa skaða av brennivínsmisbrúkinum hjá mammuni

Poul Jákup Thomsen sigur, at á ráðstevnuni fekk hann nógv góð uppskot um, hvussu tað ber til at koma í samband við tey ungu, m.a. á skúlunum.

­ Tí fer høvuðsarbeiðið hjá rúsdrekka og narkotikaráðnum framyvir at snúgva seg mest um at upplýsa tey blaðungu um vandarnar við misnýtslu.

Men spurningurin er, hvussu vit røkka teimum, su meru í vanda fyri at gerast misnýtarar.

­ Fyrr vistu vit, hvør var í størsta vandanum fyri at verða misnýtari.

Tað vóru børnini hjá fólki í lægra, sosiala endanum, sum onga útbúgving høvdu.

­ Men nú er er tað meiri flótandi. Nú eru tað einstaklingar í øllum løgum í samfelagnum, eisini børn úr góðum heimum, sum eru í vanda fyri at enda sum misbrúkarar.

Poul Jákup Thomsen sigur, at tað ger tað fyribyrgjandi arbeiðið nógv truplari, enn tað hevur verið og nú má leggjast á annan bógv. ­ M.a. má umhugsast at fara undir serligar upplýsingarherferðir fyri ungum gentum av tí at gongdin er tnan, at fleiri og fleiri konufólk fara at drekka.

Ofta verður ført fram, at rúsdrekkavanarnir eru so ymsir í teimum ymsu londunum. Danir drekka meiri javnt, men føroyingar drekka seg skít av og á. Kann støðan í teimum ymsu londunum samanberast, og kunnu vit læra hvør av øðrum?

­ Tað vísir seg, at verður Danmark ikki talt uppí er rúsdrekkanýtslan rættiliga lík í norðurlondunum.

Men rætt er, at ymsir munir eru. T.d. drekka føroysk konufólk minni enn konufólkið í øðrum londum. Men hóast munir eru, hava vit nógv at læra, hvør av øðrum.

Og tað besta, vit fingu burturúr, vóru heilt ítøkilig uppskot um, hvussu vit fáa teimum ymsu málbólkunum sakligar og greiðar upplýsingar.

Í hesum sambandi leggur hann afturat, at Rúsdrekka og Narkotikaráðið er ikki ein avhaldsstovnur.

­ Vit blanda okkum ikki uppí um fólk drekka ella ikki. Tað er misnýtsluni, vit ávara ímóti, sigur hann.


Prísurin avgerandi

í Føroyum hevur oftað verið funnist at prísinum, tí sagt verður, at brennivín, vín og øl er ov dýrt. Hvønn týdning hevur prísurin.

­ Skalt tú stýra brennivínsnýtsluni er tað avgerandi, hvussu lætt, ella trupult tað er at fáa fatur á rúsdrekka.

­ Og til eitt vist er prísurin avgerandi eisini avgerandi fyri nýtsluna.

­ Tí tað er ein royndur lutur, at lættari tað er at fáa fatur á brennivíni, meiri verður drukkið. Og tað verður eisini meiri drukkið, jú bíligari brennivín er.

­ Men prísurin kann bara brúkast at stýra nýtsluni til eitt vist. Verður tað ov dýrt, fara fólk at bryggja sjálvi.

Rúsdrekka og Narkotikaráðið hevur hildið, at rúsdrekka er í dýrt í Føroyum og hevur mælt til at lækka prísin eitt sindur.