Fleiri bilførarar Í Eysturoynni og í Norðoyggjum hava uttan iva fingið sær ein hvøkk tá ið teir eru komnir upp í morgun – ella teir fáa sær ein hvøkk tá ið teir koma upp.
Løgreglan hevur nevniliga verið rættiliga úti um seg og í hesum sambandi hava tey tikið pláturnar av 26 bilum í Eysturoynni og í Norðoyggjum. Hetta eru bilar, har bileigarin ikki hevur goldið vegskatt, ella har bileigarin ikki er møttur til sýn við bilinum.
Akstovan sigur, at aftur í gjár fekk løgreglan ein lista við navninum á 636 bileigarum á. Tað er tí at teir ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár í ár og sostatt er løgreglan biðin um at taka pláturnar. Hesa næstu tíðina fer løgreglan so at at arbeiða seg ígjøgnum listan, so fleiri bilar fara at missa pláturnar hesa næstu tíðina
Løgreglan sigur, at tey hava eisini gjørt ferðmátingar í Hvalbiartunlinum. Har varð ein bilførari tikin fyri at koyra 105 kilometrar um tíman. Hann fær sostatt eitt klipp í koyrikortið, umframt at hann fær 2000 krónur í bót.