Fleiri bilførarar í Suðuroynni hava fingið bót

Løgreglan er í Suðuroy og ger ferðslukanningar

Í hesum døgum er løgreglan í Suðuroy og ger ferðslukanningar. Og tað mundi treingja til, tí næstan 20 bilførari hevur fingið bót. Tilsamans hevur løgreglan steðgað útvið 100 bilum og sostatt er tað næstan fimmtihvør bilførari, sum hevur fingið bót.

 

Løgreglan sigur, at talan er um bilførarar bilførarar, sum ikki brúktu trygdarbelti, talan var um brostnar perur og onkur koyrdi við uppslitnum dekkum.