Fleiri bilførarar fingið bót og klipp

Aftur í gjár hevur løgreglan kannað ferðsluna

Í gjár var løgreglan víða um á meginøkinum har tey kannaðu ferðsluna og tað kom fleiri bilførarum aftur um brekkur. Í Norðurstreymoy fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ávikavist 106 og 110 kilometrar um tíman har tað er loyvt at koyra 80. Oman á tað fáa teir so eisini 2.000 krónur í bót í part.

 

Í Klaksvík fekk eisini ein bilførari klipp í koyrikortið, men tað var ikki fyri at koyra ov skjótt. Tvørtur ímóti koyrdi hann ígjøgnum ein kross, hóast hann hevði reytt ljós. Eingin skaði hendi, so at hann  sleppur burtur úr tí við eimum klippi í koyrikortið, fær hann eisini 1.500 krónur í bót.

 

Løgreglan hevur eisini givið nøkrum bilførarum tí at onkur pera var brostin, men so fekk ein bilførari eisini bót fyri at koyra við sløktum baklyktum. Fleiri bilar eru gjørdir soleiðis, at fyri at baklyktirnar skulu tendra, skal knøtturin, sum stýrir lyktunum, stillast upp á ein ávísan máta og løgreglan heitir á bileigarar um at seta seg inn í, hvussu knøttarnir skulu stillast fyri at fáa baklyktirnar at lýsa.