Fleiri bilførarar vórðu steðgaðir í gjár

Politiið hevur gjørt ferðsluátøk um alt landið í gjár, upplýsir vakthavandi í morgun

Seinasta døgnið eru fleiri bilar blivnir steðgaðir av politinum, sum hevur gjørt nøkur ferðsluátøk kring landið.

Á Argjum vórðu ferðmátingar gjørdar, og tá fingu tríggir bilførarar bót, tí teir koyrdu ov skjótt á Glyvursvegnum. Ein av bilførarunum fekk koyriforboð, tí hann var for ungur og koyrdi 85 km/t í bygdaøki. Tað vil siga, at hann ikki kann koyra bil í eitt ávíst tíðarskeið, og síðani skal hann endurnýggja koyrikortið. 

Í Suðuroynni var eisini nokk at gera hjá politinum í gjár. 33 átøk vórðu kannað við Tvøroyrar skúla, og nakrar átalur vórðu givnar her. Eisini var politiið við lasaranum á Drelnesi, men her var lítið av ferðslu, og einki mál spurdist burturúr.

Á Hvalbiarvegnum var tungvognskontroll. 16 lastbilar vórðu kannaðir, og tað bleiv til tvey mál har. Haraftrat vórðu sjey persónbilar kannaðir. 

Í Norðurøkinum var politiið eisini úti í gjár og gjørdi nøkur ferðsluátøk í sambandi við fartelefonir. Har blivu tveir bilførarar tiknir.