Fleiri bilførarar tiknir

Løgreglan í Havn hevur um vikuskiftið tikið nakrar bilførarar fyri at koyra ov skjótt og at koyra við kenning. Harumframt hava ógvuliga nógv verið inni á støðini at sova rúsin av sær

 

Leygarnáttina var løgreglan í Kaldbakstunlinum og máldi ferðina á bilum. Ein bilførari varð tikin á staðnum fyri at hava koyrt 117 kilometrar um tíman.

Hesin kann vænta sær treytaða frádøming av koyrikortinum, og hann skal tískil upp til nýggja koyriroynd.

Fríggjakvøldið var ein, ið koyrdi á motorsúkklu, so býttur at koyra alt ov skjótt í túninum hjá løgreglustøðini.

Maðurin á motorsúkkluni varð tikin í Jónas Broncksgøtu, har politistøðin liggur. Ferðin varð máld at vera 90 kilometrar í bygdum øki, og hetta er eisini nóg mikið til, at førarin fær treytaða frádøming av koyrikortinum.

Tíðliga sunnukvøldið var enn ein bilførari tikin. Hesin hevði sett seg við rórið við kenning, og tí varð blóðroynd tikin av føraranum.

Annars verður sagt av løgreglustøðini, at ógvuliga nógv hava verið á støðini og sovið rúsin av sær. Síðan fríggjadagin hava átta full fólk verið inni í klivanum.