Í gjár fingu fingu fleiri bilførarar bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt - og fyri onnur ferðslubrot.
Løgreglan var á ferð við ferðmátanum aftur í gjár, og hesa ferð vóru tey í Hósvík og í Hvalvík.
Har vórðu fýra bilførarar tiknir og teir fáa allir bót. Men nakrir av teimum fáa klipp í koyrikortið tí at teir koyrdu ímillum 21og 30 kilometrar skjótari um tíman enn loyvt er.
Harumframt fekk ein bilførari 1.000 krónur í bót fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan hann koyrdi bil. Og somuleiðis fekk ein bilførari 1.500 krónur í mót, umframt eitt klipp í koyrikortið fyri at hava snarað til vinstru av Áargeil í Havn og út á Ringvegin, har tað einans er loyvt at snara til høgru.
Og somuleiðis fekk ein bilførari 1.500 krónur í bót, og klipp í koyrikortið, fyri at hava koyrt yvir um hindrunarlinjuna mitt á vegnum undir eini yvirháling á vegnum úr Kollafjarðartunlinum, oman í Kollafjarðardal.