Fleiri bilarførarar koyrdu alt ov skjótt við Kollafjørð

Løgreglan máldi upp í 125 km/t.

Løgreglan var í gjár úti og gjørdi ferðslukanningar við Kollafjørð. Hetta var millum klokkan 20.00 og 21.30. Í hesum tíðarskeiðnum tók løgreglan tríggjar bilførarar, sum koyrdu alt ov skjótt.

 

 

Tann eini koyrdi 125 km/t, meðan hinir báðir lógu um 115 og 116 km/t. Hetta var við rundkoyringina í Kollafirði og við tunnilsmunnan kollafjarðamegin.

 

 

Tveir teirra hava fingið koyrikortið innanfyri tey seinastu tvey árini, og tá ið tað er støðan, fáa teir koyriforboð beinan vegin. Hetta tí, at tá ið nýggir bilførarar verða tiknir fyri at koyra so mikið nógv omanfyri loyvdu ferðina, verða teir mettir at ikki duga nóg væl at koyra bil, og tí skulu teir aftur á skúlabonk. Tað merkir, at teir skulu hava undirvísing í koyriteori aftur, umframt, at teir skulu til roynd bæði í teori og koyring.