Elin Heinesen,stjóri í SamViti
--------
Fyri at fáa tað ‘triðja beinið’ at standa á, sum øll tosa um, má m.a. meira íverksetan til. Ymiskir mátar finnast at fremja íverksetan. Men hvat slag av íverksetan kann tað best loysa seg at menna, og hvat slag av íverksetararáðgeving er mest gagnlig fyri samfelagið sum heild?
Beint nú standa vit við eitt vegamót í Føroyum. Siðbundna vinnan er ikki tryggasta grundstøðið longur. Av tí at okkara serfrøði liggur nógv í fiskivinnu, hava vit lyndi til at stovna fyritøkur, sum hava við fiskivinnu at gera – ella lena seg uppat fiskivinnu. Hetta er heilt náttúrligt. Og hetta skulu vit eisini halda fram við – í hvussu er, so leingi tað loysir seg. Men fiskivinnan er svikalig, og tað er tí avgerandi neyðugt at framtíðartryggja føroyska vinnu við eisini at satsa uppá onnur vinnuøki. Men hvørji?
Landið er lítið og fíggjarliga orkan avmarkað. Tí mugu vit brúka orkuna rætt. Tvs. at vit neyvt mugu raðfesta, hvat vit brúka pengarnar til – og velja at stuðla og stimbra har, sum vit sannlíkt fáa sum best burtur úr í síðsta enda. Hvørja vinnu fáa vit best burtur úr at menna og útbyggja?
Satsa uppá alheimsmarknaðin og tað unikka
Tað ein trupulleiki, at flestu fyritøkur í Føroyum hava tað við at standa í stað. Tær vaksa ikki. Og vit hava alt ov lítið útflutningsvirksemi í mun til, hvat átti at verið møguligt. Hvussu nógva orku skulu vit brúka uppá at stuðla fyritaksemi, sum bara satsar uppá lítla føroyska heimamarknaðin? Og tosa vit útflutning – hvussu nógva orku skulu vit so brúka uppá fyritaksemi, sum bara satsar uppá vørur, sum onnur kunnu gera nógv bíligari og líka væl – kanska eisini betri enn vit? Tíanverri eru tað nettupp mest slíkar vørur, vit liva av at útflyta í dag. Og tíanverri fáa vit ofta als ikki tað virði burtur úr hesum vørum, sum vit kundu fingið, tí vit selja tær ikki sum hávirðisvørur.
Búskaparhagtøl vísa so týðiliga, at tað, sum tað best loysir seg at satsa uppá, eru vørur og tænastur, sum á ein ella annan hátt eru serstakar – unikkar. Tvs. at framleiðir og bjóðar tú út eina vøru ella tænastu, sum eingin – ella fá onnur – kunnu bjóða, so hevur tú ikki so nógvar kappingarneytar. Um hetta er ein vøra ella tænasta, sum kann gerast eftirspurd á alheimsmarknaðinum, so eru allar fyritreytir fyri at hepnast. Her kemur marknaðarføringin inn sum eitt tað týdningarmesta og mest virðisskapandi liðið. Marknaðarføring selir upplivingar, og upplivingar leggja virði aftrat vørum og tænastum okkara, so fólk vilja gjalda meira fyri tær.
Nýskapan, framleiðsla av hávirðisvørum og útflutningur
Flestu fólk í vinnu- og fíggjarheimi, umframt politikarar, eru púra samd um, at neyðugt er at fjølbroyta føroyska vinnu. Í Vinnupolitikkinum hjá farna landsstýri og í Visjón 2015 var t.d. tilmælt, at føroyskar fyritøkur byggja upp framleiðslu av nýggjum vørum og tænastum, og at hávirðisvørur og -tænastur og onnur framleiðsla við stórum nývirði verður ment. Sum dømi kunnu nevnast vitanarvinna og vinna grundað á gransking umframt kreativ vinna sum tónleikur, sniðgeving, listahandverk o.a. Stuðul til nevndu øki verður veittur við virkandi vinnuframaskipan, sum m.a. stuðlar menning av nýggjum vørum og tænastum, telduforritum, kt-loysnum og nýskapandi verkætlanum og sølufremjandi tiltøkum.
Tá hugt verður eftir altjóða rákinum, har upplivingar- og vitanarvinnan í dag eru størstu vinnur í heiminum, er eingin ivi um, at hetta er skilagott. Føroyar hava veruliga gjørt vart við seg í altjóða heiminum júst tá tað snýr seg um t.d. tónleik, sniðgeving og sum vistferðaland. Vit kunnu gagnnýta hetta í nógv størri mun, enn vit gera tað nú, og fáa nakað veruliga munagott burturúr, at vistferðafólk júst eru so áhugað í okkara náttúru, lokalu mentan og vørum. Harumframt hevur føroyski fíggjarheimurin veruliga havt vind í seglini. Føroysk oljuvinna og KT vinna hava sera spennandi møguleikar og eru eisini vinnur í vøkstri.
SamVit mennir nýggjar vinnur
Ein av høvuðsuppgávunum hjá SamViti er tilrættislegging av verkætlanum og vinnufremjandi átøkum, sum júst snúgva seg um at menna og marknaðarføra omanfyrinevndu vinnur. Tyngsta takið hjá vinnuni liggur ofta í sjálvari tí virðisskapandi marknaðarføringini – og her kann tað almenna gera munin, sum lyftur okkara vinnulív uppum gáttina til alheimin, tí í tí almenna hava vit møguleika fyri at miðsavna og samskipa orkuna, so hon ger mest møguligt gagn – bæði fyri einstøku fyritøkurnar og samfelagið sum heild.
Føroysk vinna hevur í SamViti eitt stað hjá tí almenna at venda sær til fyri at fáa hjálp, t.d. tá ið tað snýr seg um fremjan av vinnuligum nýlendi, nýskapan og nývirðisskapan, ætlað útflutningsframtøk, marknaðarátøk o.s.fr. Eftirspurningurin eftir hesum tænastum er nógv øktur – og SamVit sum stovnur verður av nýskapandi vinnuni mettur sum ein náttúrligur stuðul og samstarvsfelagi. Tí átti politiska skipanin at raðfest hetta innsatsøki væl hægri enn higartil.
Raðfesta altjóðagerð og útflutningsframa
SamVit arbeiðir miðvíst við vinnuframa, útflutningsframa, stuðli til nýggjar útflytarar, umframt við handilsferðum – ofta í samstarvi við landsstýrið – ið vekja áhuga uttanlands fyri føroyskum vørum og tænastum, umframt fyri samstarvi millum útlendskt og føroyskt vinnulív. Hetta eru júst uppgávur, sum nú, tá vinnan í Føroyum fjølbroytist og útlendski áhugin gerst størri og størri, verða væl fleiri og nógv meira umfatandi – og tí eisini krevja játtanir á fíggjarlógini, sum kunnu muna.
Tað er sera umráðandi, at Føroyar nú lofta teimum møguleikunum, sum standa okkum í boði. Vit hava veruligt altjóða viðrák í løtuni, men vit missa alt á gólvið, um vit ikki satsa uppá at brúka tey høvini, sum eru okkum givin. Tí má SamVit, sum er ein almennur vinnuframastovnur, hava nakað at arbeiða við.
Draga íløgarar til landið
Eitt er at fáa altjóða umrøðu einaferð nú og tá. Tað er mikið gott, men eitt annað er at halda lív í grýtuni. Tað er har, tunga takið skal takast. Tað, at draga til sín útlendskar íløgur og skapa og savna gransking og vitan, sum kunnu menna búskap okkara, er nakað sum skal arbeiðast miðvíst við alla tíðina – eisini innanhýsis í Føroyum.
Áhugin hjá útlendskum keyparum og íleggjarum fyri Føroyum økist, um føroyskt vinnulív stendur seg væl á útflutningsmarknaðinum. Tí má tann ráðgeving og tann hjálp, ið tað almenna veitir vinnulívinum í stremban tess at koma út á altjóða marknaðir við vørum og tænastum, styrkjast. Fyri at náa málinum er umráðandi, at innlendis vinnuráðgeving, útflutningsframi, sendinet Føroya í útlondum og avtalur við útflutningsráð í grannalondunum virka sum ein samrunnin skipan. Eisini mugu skipanir mennast, ið veita nýggjum útflytarum ítøkiliga hjálp í byrjanini. Alt hetta arbeiðir SamVit miðvíst við. Nú er bara at vóna, at politisku myndugleikarnir eisini virðismeta gagnvirðið í hesum arbeiði og raðfesta tað.









