Nógvi kavin hevur órógvað serliga illa vestmenningar. Ikki nóg mikið við tí, at koyrandi ikki hevur verið til Vestmanna í hálvtannað samdøgur.
Men eisini í bátahylinum í Vestmanna er stórur skaði. Kavin, sum lagstur er á bátarnar, er eisini sera tungur, og tað hevur ført til, at fleiri bátar eru soknir í bátahylinum.
Seinnapartin í dag kom róp í Vestmanna, tí nakrir bátar vóru um at søkka undan tunga kavanum, sum lagstur var í bátarnar.
Vestmanna kommuna heitti á fólk, sum eiga bátar í bátahylinum, um at grava kava av og úr bátunum. Eisini sløkkiliðið varð boðsent, men tað var ikki nóg mikið.
Einir fýra bátar hoknaðu undan tunga kavanum. Ein teirra var ein stórur og dýrur lystbátur, sum sæst á myndinum.
Myndirnar hevur Birgir Waag Høgnesen í Vestmanna tikið.