Fleiri bankar kunnu fara

Tað er als ikki vist, at Amagerbankin verður tann seinasti danski bankin, sum fer av knóranum. Tvørturímóti ávarar Fíggjareftirlitið um, at tað eru framvegis bankar, sum standa fyri stórum avbjóðingum, tí teir hava átikið sær ov stóran váða, sum tað er trupult at sleppa av við.

Jan Kondrup, sum er formaður í felagnum hjá donskum peningastovnum, sigur, at tann ótrygga støðan er óheppin fyri umdømið hjá danska bankakervinum.

Peter Straarup, sum er formaður í Fíggjarráðnum og aðalstjóri í Danske Bank, sigur við danska kringvarpið, at tað er sera óheppið, at fólk, sum hava pengar standandi í Amagerbankanum, hava mist pengar, nú bakin fór av knóranum. Hann vísir á, at Danmark er tað einasta landið á evropeiska meginlandinum, har innsetarar hava mist pengar.

Peter Straarup stúrir fyri, at hetta kann skaða støðuna hjá donskum peningastovnum. Millum annað kann tað gera tað dýrari hjá teimum at læna pengar uttanlands.