BØRN OG HARÐSKAPUR
Á borðinum hjá Sjúrði Johannesen, sosialráðgeva hjá barnaverndini í Tórshavnar kommunu, liggja nógv mál til málsviðgerðar. Mál um børn, sum av ymsum grundum ikki vaksa upp í góðum korum. Børn, sum eru kynsliga misnýtt. Børn, hvørs sosialu viðurskifti gera, at tey ikki støðast. Og børn, har foreldur, skúlin og aðrir myndugleikar ikki megna at hava ábyrgdina av. Hesin seinasti bólkurin við børnum er seinastu fáu árini vaksin munandi. Seinasta hálva árið eru umleið tíggju dømi um, at skúlabørn eru endað sum mál á borðinum hjá sosialráðgevanum í barnaverndini í Havn, tí øll rundan um tey hava givið skarvin yvir.
- Talan er um gentur og dreingir á øllum skúlunum í Tórshavnar kommunu, ið hava so ógvusligar trupulleikar, at skúlastjórin rætt og slætt ikki longur torir at hava ábyrgdina av teimum. Teirra atburður er ógvuliga hóttandi. Tey fremja harðskap, elva til harðskap og fara fram á slíkan hátt, at øll rundan um tey ræðast, sigur Sjúrður Johannesen. Hann hevur arbeitt innan barnaforsorg í Føroyum seinastu ellivu árini, og hevur hesi árini sæð ymisk rák í tí, børn eru fyri og hava fyri.
Børnini, Sjúrður Johannesen her sipar til, eru at síggja til heilt vanlig børn. Børn í aldrinum 9 til 16 ár, sum fremja beinleiðis og óbeinleiðis harðskap bæði móti øðrum børnum og lærarum. Talan er um grova happing, sálarfrøðiligan yvirgang, buking, avsmyrjing, nevar á lofti, og í førum hevur talan verið um álvarsligan harðskap. Børn og lærarar kenna seg hótt, ótrygg og kroyst.
- Tað eru líka nógvar gentur sum dreingir, sum fremja henda harðskapin. Munurin er bara, at harðskapurin framdur av gentum er eitt sindur øðrvísi. Meiri sálarfrøðiligur yvirgangur, meðan dreingir fremja likamligan harðskap. Harðligu dreingirnir eru ofta ógvuliga einsamallir meðan genturnar hava eitt netverk, ofta av gentum sum eru nøkulunda líka. Genturnar eru verri fyri seg sjálvar enn onnur. Nógvar heilt ungar gentur eru úti í rúsevnismisbrúki, og skúlin og serliga heilsusystrarnar síggja og gera vart við trupulleikarnar, sigur Sjúrður Johannesen.
Seinasti útvegur
Áðrenn skúlin ger av, at serkøn hjálp er neyðug fyri at loysa trupulleikarnar, koma foreldrini inn í myndina. Tey royna so saman við lærarum og skúlanum annars at loysa trupulleikarnar ella bøta um støðuna. Síðani koma heilsusystir, Sernámsdepilin í onkrum føri og annars teir myndugleikar, ið eru til ráða at taka uppí málið. Barnaverndin er altíð seinasti útvegur.
- Tá ið einki hjálpir enda børnini hjá okkum.
- Týdningarmesti samstarvsfelagin hjá okkum er foreldrini. Hevur barnið álvarsligar trupulleikar, er familjan hjá viðkomandi eisini rakt. Í nógvum førum koma stóru trupulleikarnir hjá barninum óvart á foreldrini. Tey eru ikki altíð vitandi um, at atburðurin hjá barninum er so hóttandi og óforsvarligur. Havi ofta upplivað, at lærarar og skúlin sum heild ikki hava kunnað foreldrini nóg væl um, hvat barnið í grundini hevur gjørt og hvussu tað í heila tikið ber seg at í skúlanum. Lærararnir eru ov varnir at siga nakað fyri at verja seg sjálvar, tí tað er ikki hugaligt at siga sum er. Tí verða foreldrini mangan skelkað, tá ið tey hoyra frá okkum, hvat í grundini er hent. Men flestu foreldrini ynskja at fáa veruleikan at vita.
Somu børn, sum fremja harðskap í skúlunum í dag, eru at finna í rapportum hjá løgregluni. Børn yngri enn 18 ár, ið gera eitthvørt ólógligt og verða avhoyrd av løgregluni, verða øll fráboðað barnaverndini á staðnum.
- Hesi viðurskiftini hanga saman.
Fyribyrging
Undir málsviðgerðini er týdningarmikið at savna seg um kjarnuna í trupulleikanum. Er talan um sosialar trupulleikar, er mannagongdin ein, er talan um viðføtt brek ella skaða, er gongdin ein onnur, og so framvegis.
- Ofta verður ikki funnið fram til eina diagnosu fyrr enn eftir at vit hava verið inni í málinum. Tað sum undrar okkum mangan er, hví vit einki hava fingið at vita fyrr enn trupulleikarnir eru blivnir so stórir. Dømi eru um, at somu børn hava leikað í øll tey fyrsta árini í skúlanum uttan at nakar ger vart við tað, og so tá tey verða 15 ár brestir bumban. Koma vit fyrr inn, ber til at fyribyrgja tí stóra skaðanum.
Góða samstarvið sum í dag er millum dagstovnar, skúlar og heilsusystrar ger, at nógvir trupulleikar verða fyribyrgdir.
- Fólk eru betur før fyri at fáa eyga á og síggja trupulleikar hjá børnum, og pedagogar og lærarar tora betur at taka trupulleikarnar upp við foreldrini í dag í mun til fyrr. Fyribyrgjandi arbeiðið lønar seg avgjørt aftur í seinna endanum.
Annað umhvørvi
Skúlastjórarnir, sum Sosialurin hevur tosað við í sambandi við hetta evnið, vísa allir á, hvussu trupult tað er at loysa mál sum hesi. Sjúrður Johannesen gevur teimum rætt, men leggur afturat, at skúlarnir mangan skúgva sær undan ábyrgdini.
- Tað er skúlans uppgáva at taka sær av øllum børnunum. Tí ber ikki til at fráskriva sær nøkur børn. Á sosialu deild hava vit ikki lidnar loysnir til hesar trupulleikarnar. Í Føroyum eru eingi tilboð til børn sum hesi, og lítlir og ongir møguleikar annars at hjálpa teimum. Í hvørjum einstøkum føri skulu vit leita eftir hjálp ella eini nýtiligari loysn, og nógvar av loysnunum finna vit fram sjálvi.
Á Rókini, sum er eitt heim í Havn fyri børn við serligum trupulleikum, er fultsett.
- Mangan er frægasta loysnin, at børnini fara í annað umhvørvi. Tí senda vit onkuntíð børn á serstovnar ella eftirskúla í Danmark. Hetta eru stovnar vit kenna og sum vit hava álit á. Men hetta verður bara roynt, tá ið einki annað hjálpir. Tað er als ikki hugaligt at senda hesi børnini av landinum, men vit hava ongar aðrar møguleikar sum er.
Hvør er orsøkin
Síðani málini við harðskapsfremjandi børnum eru endað á borðinum á sosialu deild í Tórshavnar býráð, hevur verið tosað um, hvat atvoldin er til, at nøkur børn hava ein so ógvusligan atburð, at tiltøk mugu setast í verk. Men eingi einføld svar eru funnin.
- Hvørji viðurskifti í føroyska samfelagnum hava ført við sær, at eitt vaksandi tal av børnum so ella so fella uttan fyri, er ringt einvíst at útgreina og vísa á. Vit hava ikki funnið fram til hvør grundin er, sigur Sjúrður Johannesen, sum kortini hevur hug at hugleiða eitt sindur um hendan problematikkin.
- Børnini, sum hava henda hóttandi atburðin í skúlanum í dag, eru øll vaksin upp í kreppuárunum. Tey vóru nógv, sum mistu arbeiði, hús og heim, og sum í aðrar mátar góvu upp undir kreppuni. Nógv settu seg í stóra sethúsaskuld, men mistu fortreytirnar fyri at gjalda alt aftur. Nógvir dreymar brustu. Hetta er alt ógvuliga hart fyri familjulív. Børn hava hoyrt upp í saman, at foreldrini ongar pengar eiga og tað kann ávirka tey børn, sum eru í einum sárbarum aldri. Eg vil ikki lasta foreldrunum nakað, men heldur siga, at tað vóru umstøðurnar, ið vildu tað so. Eingin ivi er um, at foreldur gera altíð tað besta fyri síni børn.
Fyrstu árini undir kreppuni, sóu Sjúrður Johannesen og starvsfelagar á sosialu deild ongar ábendingar um, at kreppan varð atvoldin til størri trupulleikar hjá børnum.
- Tvørturímóti vóru færri álvarslig mál á barnaverndarøkinum. Eg dugdi ikki at síggja nakað samband nakra staðni millum tey málini, vit arbeiddu við og kreppuna. Tað einasta vit sóu, sum kundi vera ein avleiðing av kreppuni, var, at heilt ungar gentur stjólu meiri enn vanligt í handlunum, klæðir og annað tílíkt, ivaleyst tí foreldrini ikki høvdu ráð at geva teimum so nógvar lummapengar sum fyrr.
Sjúrður Johannesen vísir á onnur viðurskifti í dagsins samfelag, ið eru lutfalsliga nýggj, so sum sjónvarpið og teldan, ið aðra staðni sigst vera atvoldin til eitt nú harðskap.
- Krøvini til foreldur verða størri og størri samstundis sum tey eru minni saman við børnunum - um somu tíð sum hesi seta stór krøv til síni børn. Børn, sum eru veik, hava lítlan og ongan møguleika.
Eisini samfelagið setur onnur og størri krøv til einstaklingin, vísir Sjúrður Johannesen á.
- Fyrr var størri og betri pláss fyri buldribassum og originalum, ella fyri fólki, ið sum heild vóru eitt sindur øðrvísi enn fjøldin. Traðkaði tú eitt sindur við síðuna av tí vanliga, varð tú kortini góðtikin sum tann tú vart og tú fekst ein møguleika. Í dag skulu hesi sporast inn á ein veg, sum verður smalri og smalri. Tí detta fleiri útav, sigur Sjúrður Johannesen at enda í viðtali









