Strandferðslan hevur í morgun avlýst tríggjar farleiðir vegna verður. Tvær bygdaleiðir koyrir fyribils ikki vegna veður, og eitt skip hevur avlýst ein túr í morgun av somu orsøk.
Talan er um bussleiðirnar 700 og 701, ið eru tær báðar bussleiðirnar á Suðuroynni. Bussleið 700 koyrir farleiðina Sumba – Vágur – Tvøroyri, meðan leið 701 røkir farleiðina Fámjin – Tvøroyri – Sandvík.
Harumframt boðar Strandferðslan frá, at Sildberin hevur avlýst túrin av Sandi klokkan 8.30. Boðað verður frá nær siglingin verður uppafturtikin.