Manslandsliðið hevur longu fingið ein heilan hóp av avboðum til Baltic Cup, sum verður 8. juni og 11. juni. Eftir landsliðsúttøkuna gav Brandur Hendriksson eisini avboð, hóast hann ikki er skaddur.
Tað ljóðar nú, at Bartal Wardum og møguliga eisini Andrias Edmundsson geva avboð. Bartal Wardum spældi ikki seinasta dystin móti NSÍ og hevur trupulleikar við knænum. Tað er óvist hvør støðan er við Andriasi Edmundsson.
B68 hevur boðað frá, at Ragnar Samuelsen venur við landsliðnum, tó at hann ikki beinleiðs er úttikin enn. Hartil ljóðar at Noah Mneney eisini skal venja við. Landsliðið væntast at koma við eini útmelding seinni í dag.