Fleiri arbeiðsvanlukkur

Higartil í ár hava arbeiðsvanlukkur í Noregi kravt 17 mannalív, og tað er meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Fyrra hálvár í fjør doyðu 14 fólk í arbeiðsvanlukkum, og alt árið kravdu vanlukkur á arbeiðsplássum á landi 39 mannalív.

Arbeiðseftirlitið sigur, at vøksturin í ár stavar lutvíst frá arbeiðsvanlukkum í ferðsluni, tí sjey av tilburðunum í ár høvdu samband við ferðslu. Tríggjar av hinum vanlukkunum vóru í landbúnaðinum og skógarvinnuni, og í byggivinnuni doyðu eisini trý fólk av vanlukku.

Í 2001 doyðu 37 norðmenn av arbeiðsvanlukkum, og tað var tað minsta talið nakrantíð. Í farnu øld lá talið ímillum 50 og 60 um árið, skrivar NTB.