Tað fyrsta fólk leggja til merkis er, at forsíðan er broytt munandi í mun til tað gomlu. Í høvuðsheitinum er hon bygd upp á sama hátt, við tað at lýsingarnar framvegis eru høgrumegin, og ymsu knøttarnir eru vinstru megin. Størsti munurin er tó tann, at hon ikki longur er bugd upp í rammum - ella frames, sum internet-freakarnar taka til.
Tá tú skalt vera haldari fyri at kunna lesa Sosialin, so krevur tað sjálvandi eisini, at tú skalt hava »login«-navn og loyniorð.
Higartin hevur tað borið til hjá fleiri fólkum í senn at kunna lisið Internet-Sosialin við sama loyniorðið, men hetta ber ikki til longur. Nú ber bert til hjá einum at lesa Internet-Sosialin við sama loyniorði. Letur hann kortini loyniorðið til onkran annan at nýta, sleppur hann ikki sjálvur at lesa blaðið.
Fyri at skúlar, fyritøkur við mongum teldum og onnur kortini skulu kunna hava gleði av Internet-Sosialinum uttan at skula tekna eitt Internethald til hvørja teldu, hava vit eina serliga fleirbrúkaraskipan. Hon virkar á tann hátt, at stovnurin ella skúlin teknar eitt haldaragjald og síðan verður ein minni upphædd goldin fyri hvørja teldu afturat, sum er á netinum.
Fólk, ið vilja vita meira um hesa skipanina, eru væl komin at venda sær til Sosialin at spyrja - ella at biða um tilboð.
Til ber eisini at e-maila til annaðhvørt Jonhard Hammer
(jonhard@sosialurin.fo) ella til Eirik Lindenskov (eirikur@sosialurin.fo)