Flakavirkini bløða út

Flakavirkini bløða út í løtuni, og verður einki gjørt við støðuna, verður arbeiðsloysi stórt í hesari vinnu næsta ár ella longu seint í ár. Tað sigur stjórin í Norðoya Sparikassa, sum heldur at politikararnir ganga við blindi fyri eyguni í hesum máli

Partar av fiskivinnuni á landi hava tað sera trupult í løtuni, og sum gongdin er nú, hava flakavirkini onga framtíð.
Tað heldur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa.
 Tað eru longu nógv arbeiðspláss burtur í fiskivinnuni á landi, og verður eingin broyting næstu tíðina, so verður arbeiðsloysi í hesari vinnu stórt næsta ár ella longu í ár, sigur hann.
Føroysku fiskavirkini hava tað sera trupult í hørðu kappingni um rávøru og endaliga framleiðsluna, og hjá summum virkjum hevur tað verið vónleyst at fylgja við.
 Fleiri virki hava ligið still seinastu tíðina, tí tey klára seg ikki, og sum tað sær út í løtuni, so hava flakavirkini onga framtíð.
 Politiskt verður tosað um alt annað og um at fiskivinnan skal brandskattast, men politikararnir klára ikki at taka avgerðir, sum kunnu gera treytirnar hjá fiskavirkjunum betur at kappast undir, sigur Eyðfinn Reyðberg.

Kunnu gera meira við sølu av fiski
Stjórin í Norðoya Sparikassa heldur, at karmarnir hjá føroyskari fiskivinnu til at kappast í, kundu verið betur.
 Politikararnir tosa um, at fiskur er fólksins ogn, men teir klára ikki at syrgja fyri, at allur fiskurin kemur upp á land í Føroyum, so at virkini hava møguleikan at bjóða upp á hann. Virkini doyggja spakuliga, men politikararnir ganga við bindi fyri eyguni og síggja ikki veruleikan í hesari vinnu, sigur Eyðfinn Reyðberg.
Hann ásannar tó, at globaliseringin hevur við sær eina nýggja og krevjandi avbjóðing fyri føroyska fiskivinnu, og at tað fer at hava við sær broytingar.
 Tað koma at verða færri arbeiðspláss í flakavinnuni, ósansæð hvat vit gera, men vit kunnu skapa nýggj arbeiðspláss innan sølu av fiski, tí vit hava góðan førleika á tí økinum. Stórur partur av virðinum í fiskavørum liggur í handli av vørunum og ikki endaliga í framleiðsluni, sigur stjórin í Norðoya Sparikassa.

JFK er styrkt
Tá ið stóra JFK-samtakið fyrr í ár varð selt, gjørdist Norðoya Sparikassi ein av eigarunum í fiskivinnuni. Hanus Hansen, stjóri hjá JFK, keypti 51 prosent av JFK, meðan Norðoya Sparikassi keypti 16 prosent.
Harvið kann sigast, at Norðoya Sparikassi ikki hevur mist mótið um fiskivinnuna, tí ætlanin við einihvørjari íløgu er, at hon skal kasta pengar av sær.
 Tað er ein stórur fyrimunur fyri JFK, at tað er á privatum hondum, tí tað økir munandi um møguleikarnar at tillaga seg teimum treytum, sum eru galdandi. Nú kann JFK handla skjótari og við greiðari áhugamálum, sigur Eyðfinn Reyðberg.
 Tað kann hava við sær, at trygdin hjá teimum, sum arbeiða í fyritøkuni, kann gerast minni, men hon kann eisini gerast størri. Í øllum førum hevur tann bumban, sum tað var tá ið JFK varð selt, havt við sær, at tað er sett gongd á tillagingarnar í samtakinum, sigur hann.

Fleiri størv í tænastuvinnuni
Klaksvík hevur verið roknaður sum fiskivinnuhøvuðsstaður í Føroyum, og hóast virksemi bæði á sjógvi og landi framvegis er stórt, verður rákið næstu árini helst, at tað verða færri størv í fiskivinnuni og fleiri størv í øðrum vinnum  tænastuvinnuni og handverksvinnuni til dømis.
 Norðoyingar skulu als ikki stúra fyri framtíðini, fyri tað um arbeiðsplássini í fiskivinnuni á landi fækka. Vit uppliva longu nú, at tað koma nýggj arbeiðspláss í øðrum vinnum, og soleiðis fer tað eisini at vera frameftir, sigur Eyðfinn Reyðberg.
 Tey ungu eru væl fyri at taka við nýggjum avbjóðingum. Tey duga væl mál, eru tilvitað um altjóða samfelagið, og tey hyggja meira út um bøgarðarnar. Eg stúri í øllum førum ikki fyri gongdini, hóast tað verða færri arbeiðspláss í framleiðsluvinnuni, tí so koma nýggj arbeiðspláss í øðrum vinnum, sigur stjórin í Norðoya Sparikassa.