ÓLAVUR Í BEITI
Tað hevur tikið sína tíð at fáa flakahjólini aftur at mala í Sørvági, sum var undangongubygd í so máta, men í dag verður fyrsti dagur á nýggja og snotuliga flakavirkinum í Sørvági. Heilsufrøðiliga Starvsstovan var á virkinum fríggjadagin og gav tí endaligu góðkenningina og longu í dag er klárt at fara til arbeiðis.
Leiðarin á virkinum Sjúrður Joensen tókst við at fáa virkinum fisk mánamorgunin og roknaði hann við, at fyrsta nøgdin av rávøru fór at vera upsi, ið væl er til av í løtuni. Talan verður kortini ikki um stóru nøgdina av fiski fyrsta dagin, tí ætlanin er at royndarkoyra maskinur og fólk, sigur Sjúrður Joensen við blaðið.
Spurdur hvussu mong fólk fara at fáa arbeiði nú virkið letur upp, sigur Sjúrður Joensen, at í fyrstu atløgu verður ikki brúk fyri tí stóra talinum, men sum frálíður verður helst arbeiði fyri um 20-25 fólkum.
Fleki- og flakalinju
Tað er felagið 20. september 1999 sum rekur flakavirkið í Sørvági í bygninginum hjá Pf. Vesturvón, tí Bláa bygninginum sum hann verður nevndur lokalt.
Bygningurin er gjørdur klárur til flakavirksemi fyri fleiri milliónir krónur og stendur nú øll tey nýggjastu krøv, sum sett verða frá myndugleikunum til hesa vinnu. Fleki- og flakalinja eru á Flakavirkinum í Sørvági, og eisini verður hugsað um einaferð í framtíðini at fara undir nýggjar framleiðslur.