Flakavirki er bert ein millumstøð

Rektarin á studentaskúlanum á Kambsdali, Sámal í Skorini, nevndi fyri stuttum, at tey ungu heldur vilja arbeiða enn at koma í skúla. Og serliga nú tá tíðirnar eru góðar, velja tey at arbeiða ístaðin fyri at setast aftur á skúlabonk. Men hetta er ikki nakað flakavirkini merkja nakað til ? kanska heldur øvugt

? Á flakavirki kemur ongin uttan hann onki annað fær, sigur ein av virkisleiðarunum í Eysturoynni.
? Tað vísir seg at vera ógvuliga ringt at fáa fólk at arbeiða. Nøkur fá eru, sum koma, men tað er ongin, sum kemur fyri at vera. Flakavirkið er ikki meira enn ein millumstøð.
Virkisleiðarin, sum ikki vildi nevnast við navni, sigur, at fólk tráðar ikki eftir at sleppa á flakavirki. Tey flestu rýma aftur.
? Nøkur eru, sum koma at arbeiða í eitt ár, ella til tey finna eitt annað arbeiði. Tað er ofta nógv betri at sita á einum kontóri við turrum fótum enn at standa á einum køldum virki.
Hann vísir á, at um flakavirkini í framtíðini skulu fáa fólk at støðast, so mugu tey duga at gera arbeiðið áhugaverdari.
? Sjálvandi er onkur, sum heldur vil arbeiða fisk ? tíbetur eru vit ikki øll líka, men vit síggja ikki at nakar fer úr øðrum arbeiði fyri at koma á flakavirki. Heldur øvugt, sigur virkisleiðarin at enda.