Flakaskeringin skal útbyggjast fyri 20 miljónir krónur

Í gjár vitjaðu nýggi fiskimálaráðharrin og aðalstjórin í Fiskimálaráðnum á Varðanum Pelagic.

Í gjár vitjaði nýggi fiskimálaráðharrin, Árni Skaale, á Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Við sær hevði hann eisini aðalstjóran í Fiskimálaráðnum, Rógva Reinert.  

 

- Eftir at hava boðið gestunum vælkomnum, helt samtaksstjórin í Varðanum, Bogi Jacobsen, eina framløgu um virksemi og framtíðarætlanir hjá Varðanum Pelagic.

 

Á heimasíðuni hjá Varðanum vita tey at siga, at stóra uppsjóvarvirkið á Tvøroyri, Varðin Pelagic, seldi tilsamans 107.423 tons av fiski í 2021 til fleiri enn 30 lond.

 

Árni Skaale fekk góða kunning um ymiskar menningarverkætlanir, sum Varðin Pelagic er í holt við.

 

Eitt nú fekk landsstýrismaðurin at vita, at flakaskeringarøkið á virkinum verður útbygt fyri 20 miljónir krónur, og í hesum sambandi verða fýra Baader-maskinur settar upp aftrat.

 

Gestirnir úr Fiskimálaráðnum, Árni Skaale og Rógvi Reinert, fingu eisini høvi at síggja ein part av stóra uppsjóvarvirkinum.