Leiðslan fyri Summar Festivalin hevur gjørt av, at stóra tjaldið á festivalinum nú skal verða roykfrítt Fyrrapartin høvdu fólkaskúlarnir í Klaksvík sítt árliga átak ímóti royking, og á hesum tiltaki kunngjørdi Summar Festivalurin, at Flags-tjaldið hereftir verður roykfrítt.
- Rákið er, at almenna rúmið í Føroyum skal verða roykfrítt, og Summar Festivalurin, sum hevur túsundtals gestir hvørt ár, vilja gjarna verða við í hesum heilsuátaki, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum.
- Í Flags-tjaldinum er nógv spennandi á skránni - ikki minst til tey ungu. Og tá ið alsamt færri ungfólk roykja, so haldi vit ikki, at tann stóra og roykfría fjøldin skal útsetast fyri tubbaksroyki í Flags-tjaldinum, sigur hann.
Roykibannið í Flags-tjaldinum er eisini ein liður í trygdarætlanini, tí luftini í stóra tjaldinum hevur havt ov nógvar dálkandi bitlar.










