Oddfríður Marni Rasmussen, Nevndarlimur í LISA
??????????
Í 2002 varð ein mentanarlig ætlan givin út, sum skuldi stinga út í kortið, hvussu mentanin skuldi síggja út í 2006. Gamalt orðatak sigur: Mongum brestir ætlan. Hetta vísir seg at vera meginreglan hjá politikarum, tá ið talan er um pen-ingaliga játtan til skapandi listafólk. Nú sær aftur út til, at ætlanin er brostin.
Í álitinum frá 2002, sum eitur Mentan og Menning, kann í hvussu so er menningin strikast. Um álitið av politikarum varð tikið fyri fult, ella bara umhugsað, átti millum annað játtanin til Mentanargrunn Landsins at verið 5.850.000 kr. í 2004 og hækkað upp til 7.605.000 kr í 2005.
Tá ið nevndin í LISA (t.e. Listafólkasamband Føroya) og aðrir listabólkar sótu á fundi, við umboð í tá verandi Mentamálastýrinum um áðurnevnda álit, ljóðaði alt mikið hálovandi, mestsum ov, kunnu vit siga nú. Men tann, sum ikki er vanur við tað stóra, gleðist um alt tað smáa, sum verður givið einum. Og so varð eisini tá. Stórt var okkum í vænti.
Fyri at finna fram hækkingarnar, sum álitið nevnir, mátti eg kaga í tað. Aftast eru nakrar talvur. Har stendur: Landskassans útreiðslur til mentan í 1.000 kr. Orðið, sum slóg meg í hesum setningi var útreiðslur. Tað er nógv fyri, at tá ið talan er um mentan, eitur hetta útreiðslur, meðan, er talan um okkurt ann-að í samfelagnum, eitur tað stuðul. Orðið stuðul er ikki altíð eitt ókvæmisorð. Tá ið talan er um mentan, kann orðið brúkast í besta týdningi. Landskassin stuðlar ella ger eina íløgu í eina vinnu, sum er grundarlagið undir okkara samleika, og sum vísir seg aftur í øllum samfelagsins hjólum. Áhugavert hevði verið at vitað, hvussu nógvan pening ferðafólk leggja eftir seg á hvørjum ári ella hvussu nógvan pening list í síni heild gevur landskass-anum. Hetta kundi verið ein uppgáva hjá Hagstov-uni og Búskaparráðnum at funnið útav.
Støðan í dag er tann, at álitið er farið í mongum-brestir-ætlanar-bókina, bind 278.754. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi fíggjarár, hevur onkur politiskur dirvisloysingur verið við rakiblaðnum, og skorið eini 10% prosent av flagglínuni, so nú er flaggið á flaggskipinum "Mentanargrunni Landsins" lækkað. Í hesum fíggjarárinum, sum nú eisini er farið at lækka, er upphæddin á 4.800.000 kr. Eftir fíggjarætlanini (ein ætlan, sum sjálvdan brestir) fyri komandi fíggjarár, er upphæddin í Mentanargrunni Landsins 4.500.000 kr. Hvør missir so av hesari lækking á 300.000 kr? Jú, øll listafólk, skapandi og útinnandi. Hugsast kann, at einar 150.000 kr. verða tiknar av starvslønum til skapandi listafólk og einar 150.000 kr. verða tiknar frá verkætlanum millum annað bókaútgávum. So besnissaðir sum politikarar nú einaferð eru, so er tað upp til tey, ið varða av Mentanargrunni Landsins, hvussu skerjingarnar verða framdar í verki.
Tað vísir seg, at landsstýrið ikki hevur dirvið at gera sær sjálvum greitt, hvar skal sparast og, hvar ráðini ikki eru at spara, og tí eru teir farnir eftir rakiknívinum, og við honum skera teir eini 10 % allastaðnis. Hetta dirvisloysið er við at kosta ov nógv hjá ymiskum samfelagsbólkum. Nógv yngri listafólk støðast ikki her á landi. Grundin er eyðsæð tann, at her er ikki lívið laga hjá teimum.