Kawasaki VN1700 Voyager er tann flottasta súkklan hjá Kawasaki og flaggskipið hjá teimum.
Súkklan er nú royndarkoyrd av danska MC-blaðnum Bike, og fær hon sera gott ummæli.
Vatnkøldi V2 motorurin er ein uppliving í sær sjálvum, serliga tí hann er so stillur og ljóðleysur í tómgongd. Motorurin er ein sera kvikur V2 (1.700 cc) við 74 hk við 5.000 snún/min.
VN1700 Voyager er væl egnað til langar túrar. Hon er sera væl útgjørd við t.d. síðutaskum og toppboks aftanfyri baksetrið umframt fleiri minni handskarúm. Eisini hevur hon cruise-kontroll og eina nýggja framkomna ABS bremsuskipan.
Tað er MC-Sølan í Slættanesgøtu, sum umboðar Kawasaki motorsúkklurnar. Kawasaki VN1700 Voyager kostar 214.000 krónur í Føroyum. www.mc-solan.fo