Føroya Rættur flaggar nú við føroyskum flaggi, soleiðis sum allir danskir statsstovnar skulu gera í dag, ólavsøkudag.
– Tað er ein feilur frá veitaranum í Danmark, sigur Bjarni Juul Petersen á Dómaraskrivstovuni.
– Tá tað varð álagt okkum at flagga við føroyskum og grønlendskum flaggi, bíløgdu vit fløggini frá veitaranum í Danmark og bóru fløggini niðan til Ansni, sum røkir flaggingina fyri okkum, sigur hann.
Les eisini: Dómarin kennir ikki føroyska flaggið
Eftir øllum at døma eru skeivu fløggini hjá danska statinum farin víða, tí vit hava frætt frá fleiri, sum hava varnast løgnu fløggini, sum skuldu verið føroysk.