Eins og undanfarin ár skipar Bragdið aftur í dag fyri flaggdagsrenning,
Byrjað verður við Gamla Apotek kl. 16, beint eftir flaggdagshaldið á Vaglinum í Havn.
Kappingin er fyri børn og vaksin. Børn renna umleið 1,8 km og vaksin renna umleið sjey kilometrar. Bólkarnir eru hesir: børn, vaksin, veteranar og superveteranar. Umframt at vera ein kapping fyri einstaklingar er flaggdagsrenningin eisini ein kapping ímillum virkir og stovnar - nevnd firmakapping. Vinnandi lið og einstaklingar fáa steyp til ognar.
Harumframt verða heiðursmerkir latin til nr. 1, 2 og 3. Runnið verður somu rutu sum undanfarna ár. Síðsta freist at melda til kappingina er sunnukvøldið 22. apríl.