Flaggdagsrenning: Tilmeldingarfreist er í kvøld

Eingin tilmelding verður á staðnum, undantak er tó til heilsurenningina.

 

Øll kunnu luttaka í Flaggdagsrenning, bæði tey, sum vilja kappast við onnur og seg sjálvi og tey, sum vilja ganga og renna. Í ár verður eisini skipað fyri heilsurenning, og tað eru Bragdið og Sclerosufelagið, ið eru saman um henda partin av tiltakinum, sum bæði er fyri børn og vaksin.

Flaggdagsrenningin hesaferð verður hin 33. í røðini. Byrjað verður klokkan 16, sum er beint eftir flaggdagshaldið á Vaglinum í Havn. Her fara børn og vaksin, roynd sum óroynd, at royna seg - og virkir fara eisini at kappast.

Kapprenning fyri vaksin og firmakapping:

Rutan er hin sama sum undanfarin ár, har byrjað verður á Kongabrúnni. Runnið verður fram við Strond og nakað út um Boðanesheimið at venda. Hesin teinur skal rennast tvær ferðir. Teinurin er slakar sjey kilometrar. 

Umframt einstaklingakapping, er Flaggdagsrenningin eisini ein kapping millum virkir, skúlar, stovnar og onnur, nevnd firmakapping. Luttakarar í firmakappingini skulu vera í føstum starvi fyri at telja við. Menn og kvinnur eru ikki á sama liði. 

Tað skulu verða 3-5 luttakarar á einum liði, og tríggjar tær fremstu plaseringarnar telja við. Tað liðið, sum fær fægst stig, er vinnari. Heilsurennarar og børn eru ikki við í firmakappingini. 

- Tað er sera umráðandi at skriva liðnavnið eins fyri luttakarar á sama liði, tá meldað verður til, siga tey í Bragdinum, sum skipar fyri.

Barnarenning

Yngstu børnini renna fyrst, og meðan tey vaksnu renna, rennur eldri bólkurin av børnunum. Tey yngstu børnini renna av Kongabrúnni, út til rundkoyringina við pylsuvognin og aftur á mál - ella umleið 500 metrar. Størru børnini renna út til portrið í Nyhavnini (Schengen) og aftur á mál - ella umleið 1000 metrar.

Heilsurenning

Saman við Sclerosufelagnum verður sum nevnt eisini heilsurenning, ið er vælegnað teimum, sum fegin vilja ganga og renna, uttan at kappast. Mammur, pápar, ommur, abbar, gummur, pápabeiggjar, bindiklubbar - ja, øll vaksin og børn, sum hava hug at røra seg. Eingin tíðtaking er til henda bólkin, og luttakarar velja sjálvi, um tey ganga/renna 3,5 ella 6,9 kilometrar.

Tey fyrstu 50, sum melda til heilsurenningina, fáa ein blusu og allur peningurin, sum kemur inn til heilsurenningina, fer til Sclerosufelagið. Øll, sum luttaka í heilsurenningini, eru eisini við í lutakasti um eitt gávukort frá Atlantic Airways, sum hevur eitt virði á 3.000 krónur. 

Tilmelding og annað

Luttøkugjaldið er 40 krónur fyri børn og 100 krónur fyri vaksin, og tað skal gjaldast on-line. Leinki er á bragdid.fo. Tilmeldingarfreistin er týsdagin 23. apríl klokkan 21. Eingin tilmelding er á staðnum. (Undantak er tó til heilsurenningina).

Startnummur verða útflýggjað í Snarskivuni á Flaggdegnum frá klokkan 13-15.

- Heiðursmerkir verða latin til trý tey fremstu í hvørjum bólki hjá børnum og vaksnum. Í firmakappingini er eisini gott gávukort frá Bowlinghøllini til vinnandi liðið, siga tey í Bragdinum.