Flaggdagsrøðarar

Kai Vágfjall
---

Nú nærkast flaggdagurin, sum verður hátíðarhildin við sangi, røðum, hornblástri o.ø.kring landið.

Vit kenna øll søguna um okkara merki. Skuldi onkur ikki kent hana, so kann eg vísa á óhefta megnarverkið MERKIÐ, sum Niels Juel Arge hevur savnað og skrivað. Bókin er enn at fáa bíliga til keyps.

Fyri nøkrum árum síðani gav ein almennur sambandsmaður ilt av sær, tí eingi sambandsfólk vóru biðin til røðarar til hesi hátíðarhald. Hann uppfann eitt nýtt, men lítið virðiligt orð "flagdagsmafia", sum hann skýrdi hesi fólk, sum valdu út flaggdagsrøðarar.

Síðstu árini hava vit tó sæð og hoyrt einstakar sambandsmenn sum røðarar til flaggdagshaldini. Sjálvur havi eg einki sum so ímóti, at eisini sambandsfólk halda flaggdagsrøður, tí hesi fólk, sum tá eg var ungur, heldur vundu Danabrók á stong, enn okkara Merki, eru helst blivin líka glað fyri okkara merki, sum tey einaferð stríddust við hond og fót ímóti.

Nú veit eg ikki um nakað sambandsfólk fer at halda eina slíka røðu í ár, men eg haldi, at vóru hesi fólk at sær komin, bóðu tey fyrst føroya fólk um eina umbering, fyri teirra mótstøðu móti okkara kæra Merki, sum onkur teirra metti og kallaði fyri ein klodda.

Við flaggdagsheilsan