Tíðindaskriv
Á móttøkuni fer Bjarni Djurholm, varaløgmaður, at halda røðu, umframt at Lena og Niclas fara at undirhalda við tónleiki.
Eins og í fjør fer hátíðarhaldið fram á The Arts Club nærhendis St. James´ Park í London, har møguleiki verður hjá føroyingum at hittast til prát og hugna. Høvi verður eisini at njóta spritubitar og okkurt drekkandi afturvið.
Fyrri partur av tiltakinum er bert fyri innbodnar almennar gestir. Seinni partur av tiltakinum, sum byrjar kl. 18, er opin fyri almenninginum, ið tó av trygdarávum skal boða frá luttøku frammanundan.
Áhugað verða biðin um at boða frá luttøku við at senda ein teldupost til HYPERLINK "mailto:info@tinganes.fo" info@tinganes.fo ella við at ringja á tlf. 020 7333 0227 (ella 020 7333 0200). Allir luttakarar skulu upplýsa navn og bústað og fáa síðani eina innbjóðing við postinum. Fólk verða biðin um at hava innbjóðingina við sær til tiltakið.
Atgongdin er avmarkað, og tí verður mælt til at boða frá luttøku skjótast gjørligt. Seinasta freist at boða frá er týsdagin 17. apríl.
Tíð og stað:
Mikudagin 25. apríl, kl. 18.00 – 20.00
The Arts Club
40 Dover Street
London, W1S 4NP