Flaggdagin 25. apríl kl. 17 skipar MFS fyri flaggdagshaldi í Regensen, ella á Garði, sum føroyingar eisini hava nevnt gamla lestrarbúðstaðin.
Á skránni verður sangur, røða og hugni.
MFS bjóðar kaffi, te og kakur, og eisini okkurt til børnini.
Alda Mohr Eyðunardóttir heldur flaggdagsrøðu.
Høvi verður eisini at vitja kamarið, har Jens Olivur Lisberg, Janus Øssurson, Emil Joensen og Pauli Dahl í 1919 evnaðu Merkið til.
Skrá:
- MFS bjóðar vælkomin
- Mítt Føðiland
- Alda Mohr Eyðunardóttir heldur flaggdagsrøðu
- Sjá tú blánar
- Tú alfagra land mítt
- Kaffi/te og kakur
Øll eru hjartaliga vælkomin at fagna Merkinum í Regensen – á flaggdegnum kl. 17.
Eftir flaggdagshaldið verður møguleiki fyri at fara í Føroyahúsið. Sí meira kunning her: https://www.facebook.com/events/679482570048454?ref=newsfeed