Flaggdagshald í Fámjin

Sunnudagin verður flaggdagshald í Famjin. Ein av teimum, ið var við til at gera Merkið á sinni, var úr Famjin og er júst hetta flagg at síggja í kirkjuni í bygdini

Sunnudagin 25. apríl  klokkan 16:30 verður flaggdagshald í Famjin. Magnus Magnussen heldur røðu, Tvøroyrar Hornorkestur spælir og Ljómur syngur. Aftaná verður drekkamuður í Vesturhøll og øll eru hjartaliga vælkomin.
                      Ein teirra, ið á sinni var við til at gera føroyska flaggið, Merkið, var J.O. Lisberg, ið var úr Famjin. Í dag sæst júst hetta flagg í kirkjuni í Famjin og tað er kanska forvitnisligt hjá teimum, ið hava søguligan áhuga og ikki hava vitjað kirkjuna áður. Í ár eru 85 ár síðani flaggið á fyrsta sinni veittraði í Famjin.