Ítróttarfólk og skúlabørn fara at ganga skrúðgongu úr Múlavík heim á Vaglið. Fólkið, sum skal ganga í skrúðgonguni, verður biðið at møta í Múlavík klokkan 14.30.
Tá skrúðgongan er komin heim á Vaglið, fer Kjartan Stakksun at halda flaggrøðuna, og orkestur við næmingum úr musikskúlanum Norðljómi fara at spæla. Aftan á verður ein drekkamunnur at fáa í EB húsinum.
Tað er Eiðis Bóltfelag, sum skipar fyri flaggdagshaldinum á Eiði.