At fáa føroyingar átaka sær eina størri uttanríkispolitiska ábyrgd, er eitt tað týdningarmiklasta málið hjá føroyingum at fremja.
Tað heldur Magni Arge, fólkatingsmaður, nú Tjóðveldi hevur havt floksting í Skopun í dag.
- Í dag eru vit í teirri støðu, at danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hevur tikið sær rætt til at flagga við føroyskum flaggi á øllum bygningum hjá donsku stjórnini runt um í heiminum á ólavsøku, tann 29. juli, sigur hann.
Men samstundis er Danmark eitt ríki, sum er farið í kríggj. Og tá ið danska stjórnin hevur avgjørt at fara í kríggj, hevur hon samstundis drigið Føroyar við í hetta kríggj.
- Men tað hevur danska stjórnin gjørt, uttan at spyrja okkum eftir.
Og Magni Arge staðfestir, at ólavsøkudag kunnu vit ímynda okkum, at Merkið eisini verður vundið í húnar hátt á donsku sendistovuni í høvuðstaðnum í Sýria, Damaskus, har tað samstundis staðfestir Føroyar sum krígsherjandi tjóð, hóast vit ongantíð formliga hava tikið undir við hesum.
Somu sjónarmið hevur fólkatingsmaðurin ført fram í fólkatinginum í gjár, tá spurningurin um at Danmark skuldi styrkja hernaðarligu átøkini í Irak og í Sýria, vóru til viðgerar.
Magni Arge sigur, at hetta kann ikki góðtakast, og hetta vísir enn einaferð, at uttanríkispolitiska heimildarlógin frá 2005, sum sigur, at Føroyar skulu spyrjast, tá talan er um uttanríkis- og trygdarpolitisk mál av týdningi, er virðisleys.
- Tað er eingin ivi um, at hernaðarátøk eiga at vera umfatað av hesi lógini, tá ið tey eisini verða framd í navni Føroya, men tað hevur uttanríkismálaráðið í Danmark blankt víst aftur, sigur Magni Arge.
Hann sipar til, at danski ráðharrin helt ikki at tað var neyðugt at spyrja Føroyar í hesum føri, tí talan var um eitt mál fyri alt ríkið. Føroyar skulu bara spyrjast, tá ið tað eru mál, sum hava serskildan týdning fyri Føroyar.
Magni Arge mælir til, at hendan ójavnvágin verður rættað sum skjótast, so tað verður staðfest, at bara Føroya Løgting kann taka støðu til, um Føroyar taka lut í hernaðarligum átøkum.