Flagga skotskt í Klaksvík

Borgarstjórin í Klaksvík vant í morgun skotska flaggið í húnar hátt

Borgarstjórin í Klaksvík vant í morgun skotska flaggið í húnar hátt

 

Wick og Klaksvík eru vinarbýir, og hevur valið í Skotlandi tí eisini áhuga hjá borgarstjóranum, Jógvan Skorheim, og býráðnum í Klaksvík.

 

Fyri at vísa áhuga og virðing varð skotska flaggið vundið á stong í morgun av sjálvum borgarstjóranum – og sjálvandi Merkið eisini.

 

Eisini hevur Klaksvík knýtt tættari samstarv við Ornknoyggjar og Kirkwall, sum er partur av Skotlandi. Borgarstjórin var herfyri og vitjaði á Ornoyum, har partarnir vórðu samdir um tættari samstarv á fleiri økum.

 

Skotska flaggið sigst vera elsta tjóðarflagg, sum enn verður nýtt - tó at tað verður kjakast nakað um tað. Men sagt verður at flaggið skal vera nýtt líka síðan 9. árhundraðtalið.

 

Tað er skjalfast, at í 1385 hevur skotska tingið avrátt, at skotskir hermenn skulu bera hvítt krossmerki í bardaga.

 

Skotska flaggið hevur ein hvítan Andresar-kross, sum ímyndar apostulin Andreas, ið er verndareingil Skotlands.