– Av tí at Merkið er 100 í ár hava vit bryggjað eina Flagg-øl. Hetta er ein summarlig bjór við merkinum í húnarhátt, har føroysku oyggjarnar hómast í baksýninum.
Soleiðis skrivar Føroyar Bjór, sum hevur gjørt eina hálvan liturs 4,6 % vol øl.
Liturin á bjórini er reyðlittur við summarligum tónum frá humluni.
Tað er listamaðurin Edward Fuglø, sum hevur prýtt flaggølina.