Skótarnir, sum skipa fyri flaggdagshaldinum í Klaksvík, høvdu boðið til flaggdagshald í hølunum hjá KFUM & K, har Klaksvíkar Hornorkestur spældi og Karin Kjølbro flutti fram røðu.
Karin treiv í flaggsøguna og minnti á orðini, Jens Oliver Lisberg segði sum ungur lesandi í 1919: "Skulu Føroyingar einaferð koma so lang, at teir allir vilja draga eina línu og rógvan á sama báti, má báturin hava eitt merki".
Síðani nevndi hon søgur, íð knýta seg at merkinum og longu søgu tess at gerast viðurkennt ikki fyrr enn í 1941, eftir at hava verið í uppskoti síðani 1918. M.a. kemur skúoyingurin, Jóhan Hentze í kløtur við fútan, tí hann í 1920 loyvir sær at koma inn á Havnarvág við Merkinum afturi í rong í báti sínum á ólavsøk í 1920.
Karin minnti á, at næsta ár eru 100 ár liðin, síðani størsta virkið í landinum varð sett á stovn í Klaksvík - Hetta virkið, sum hevði 1000 fólk í arbeiði, tá ið tey vóru flest.
Hon hugleiddi um fyrsta svimjihylin í landinum, sum lá Úti í Grøv, vøggu Háskúlans, sum stóð í Klaksvík og flutti í Føgrulíð, har m.a. tjóðsangurin sá dagsins ljós 1. februar 1906.
Karin takkaði skótunum fyri skilagóða tiltakið at minnast Merkið og at skótalyftið kanska er enn betri orðað enn aðalsetningurin hjá OECD. Røkka skótarnir sínum málum, eru teir stoyptir góð foreldur, synir, døtur, systrar, brøður, makar og samfelagsborgarar annars.
Karin Kjølbro endaði vit orðurnum um, at vit nýtast kanska ikki at vera í sama báti, men kunnu vit bert vera í sama bátafylgi, har øll førini hava somu kós, so eru vit á rættari leið.
Síðani varð sangur sungin, sum Poulina Slættanes hevði yrkt til høvið, skótalyftunum til heiðurs.
Eftir flaggdagshaldið varð boðið til kaffi og køkur, samstundis sum skótarnir høvdu skipað fyri køkutombula, vegna ferð til stóra skótalegu í Holstebro í summar.
Orð og mynd: Dávur Winther










