Flóvisligt Kringvarpið!

Seinastu dagarnir hava vit upplivað tætt­ar og dram­at­isk­ar ho­nd­bólts­fin­al­ur hjá monn­um. Og sunn­u­dag­in fall FM-av­gerð­in um­síð­ir. H71 vann triðja fin­al­u­dyst­in, og so eks­plod­er­aði alt í sig­ur­srómi í høllini í Kollafirði.

Suni Merk­i­s­­tein og Jon­leif Só­lsker høvdu fína frásøgn frá spenn­andi dyst­­inum, og júst sum dysturin var bríksl­að­ur av, og vit gleddu okk­um at fáa reaktiónir frá ov­ur­fegn­um – og vón­brotn­um – spæl­ar­um, mátti Suni Merkistein snópisliga bróta frásøgnina av, tí hann skuldi seta aftur til Havnar, »har vit skulu hava tíðindi«, sum hann mál­bar seg. Men tað vóru ikki tíðindini, sum bíð­aðu klokk­an 17.40 í Sort­u­díki. Nei. Og nú er tað, at tað verður fullkomiliga ó­skilj­andi. Ein endursending av røð­ini »Adam og Eva og øll hini« var á skránni.
Ársins mest spenn­andi frásøgn varð kvett av, tí ein end­ur­send­ing skuldi send­ast ístaðin. Hvør tók hesa avgerð, vita vit ikki, men vit siga bara eitt – tað var ó­fati­liga pín­ligt og flóv­is­ligt. Suni og hansara fólk vóru púra ósek, tí tey fingu bara boð­ini um at gevast. Onk­ur má hava tosað við stór­­um bók­stav­um eftir hesa av­gerð, tí eftir fimm min­utt­i­r um Jo­hann­es Doyp­ara­n, varð sett aftur til Koll­a­fjarðar fyri at fáa reak­ti­ón­ir frá hond­­bólts­­fin­alu­ni.
Tá var tað ógv­u­lig­asti róm­ur­i­n farin, men hó­ast alt fingu vit lurtarar nakr­ar reak­tió­n­ir – tíbetur!
Tann, sum syrgdi fyri, at bróta hond­bólts­frá­søgn­ina av fyri at seta eina end­ur­send­ing á, eig­ur ikki bara at hava reyð oyru í dag – hann átti eis­ini at havt reyða reyv, eft­ir at ver­ið flongdur!