Flóvin trý og eitt hálvt ár

Dómur er í morgun fallin í málinum móti Flóvanum S. Olsen. Føroyingurin fekk trý og eitt hálvt ára fongsul.

Tað veit kringvarp.fo at siga.

38 ára gamli Flóvin S. Olsen fekk 30 mánaðar fongsul fyri kynsliga at hava misnýtt eina níggju mánaðar gamla gentu, umframt 12 mánaðir fyri barnaporno.

Heldur óvæntað møtti hvørki Flóvin S. Olsen ella verji hansara í rættinum í morgun.

Seks mánaðir eru treytaðir, og tíðin, sum Flóvin S. Olsen hevur sitið, verður drigin frá og tað merkir, at føroyingurin kann verða latin leysur á vári í 2014.

Flóvin S. Olsen hevur nú 14 dagar at kæra dómin, men sambært kringvarpinum verður ikki væntað, at dómurin verður kærdur.