Fløvandi heiður

Hetta var ein ógvuliga fløvandi heiður at koma heim til, segði Ragnar Joensen, stjóri á Marine Harvest, ið júst fluttur til Noreg vann heitið sum Ársins privati leiðari. Marine Harvest er ein av teimum mongu fyritøkunum, sum hava havt eitt sera gott 2010 at víta á, og Ragnar Joensen kappaðist um heitið sum Ársins privati leiðari við so kend nøvn sum Janus Petersen, forstjóra í BankNordik, og Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrost.

Ragnar Joensen er júst fluttur til Noregs, har hann skal vera stjóri á Marine Harvest, ið er heimsins størsta alifyritøka, har Føroyar so er ein partur.

Ragnar Joensen segða í síni takkarrøðu, at tað hevur verið stuttligt at verið partur av einari vinnu, ið hevur gingið so væl í seinastuni.

- Tað hevur gingið væl, tí marknaðurin hevur verið góður, men eisini tí, at vit her í Føroyum hava framt eina rúgvu av tiltøkum, segði Ragnar Joensen.

Hann segði, at tað ikki altíð hevur veirð soleiðis í føroyskari aling. Fyri nøkrum árum síðani máttu tung tøk takast, men tey tøkini løna seg aftur nú.

Tað høvdu helst verið fleiri, sum høvdu uppiborið eitt herðaklapp tá, helt nývaldi Ársins privati leiðari 2011.