Minnissteinur
Í røðu síni í Nólsoy leygardagin, tá ið minnissteinurin yvir Nólsoyar Páll skuldi avdúkast, vísti Egon Hansen, lærari á orðatakið, at "leingi er tað, ið væl skal vera".
- Hesi orðini komu mær til hugs, nú minnissteinur yvir Nólsoyar Páll loksins er reistur her í heimbygd hansara. Tað var nevniliga í 1895, at fólkafundur varð hildin í Nólsoy við eitt nú tí fyri eyga at reisa Nólsoyar Pálli ein varða. Hesin fundur, sum varð hildin 23. juni hetta ár, fór fram norðuri á Stongini. Eini 500 fólk vóru til fundin, harav nógv komu rógvandi inn á víkina í 25 bátum. Flestu bátarnir vóru úr Havn, Suðurstreymoy, Sandoy og úr Norðoyggjum.
Egon segði í røðu síni, at tað var Jákup í Lon, sum setti fundin og beyð fólki vælkomnum undir Guds og kongsins náðum og minti á, at fundurin var samankallaður mest fyri at røða um at seta minnisvarða yvir Nólsoyar Páll.
- Jákup í Lon nam eisini við ferðirnar hjá Nólsoyar Pálli í útlondum, har hann hevði lært at kenna ta fríheit, sum hann stríddist fyri at fáa føroyingum lut í.
Egon segði, at ein annar nólsoyingur, Jákup hjá Maluni við Brunn, segði frá eini skemtiligari uttanlandsferð, sum Nólsoyar Páll hevði gjørt.
- Áðrenn fólkafundurin endaði, bað Jóannes bóndi fundarfólkið rópa hurrá fyri Dr. Jacobsen, sum við bókini um Nólsoyar Páll hevði vakt føroyingar til betri at minnast henda avrekskappa.
Jóan Petur uppi í Trøð í Kvívík, sum var hálvur nólsoyingur, hevði yrkt sang til høvi: "So harður er streymur í Føroyafirðum".
- Hetta var savningarsangurin til teir næstu og nógvu fólkafundirnar, sum vórðu hildnir her á landi, segði hann.
Uppiborið minni
Sjálvt um hugskotið til minnisvarða í Nólsoy varð reist á hesum fólkafundi, og fundarfólkið tók undir við ætlanini, so spurdist einki burturúr kortini.
Egon vísti á, at heldur ikki ungmannafelagið Royndin í Nólsoy, sum hevði sama endamálssetning, megnaði at seta ætlanina í verk.
- Men endiliga í dag, 240 ár eftir, at Nólsoyar Páll varð borin í heim, hevur hann fingið sítt uppiborna minni her í bygdin.
Egon helt í røðu síni fyri, at staðið á Fløtti, har steinurin er reistur, er væl valt.
- Her norðuri á Fløtti hava nólsoyingar í øldir staðið og eygleitt, hvussu sjógvað hevur verið í fjørðinum, um útróðrarbátarnir eru komnir norður um Tjørnunes ella suður um Boðan, um grindabátarnir eru komnir eystur um Kirkjubønes ella ávegis suður gjøgnum Sundini og ikki minst hava nólsoyingar á hesum staði hugt, hvussu líkindini hava verið í Nólsoyarfirði.
Hann ásannaði, at á Fløtti hevur verið eitt eygleiðingarstað hjá nólsoyingum.
Útlongsul kveiktist
- Vit kunnu eisini ímynda okkum, at Nólsoyar Páll, eins og aðrir dreingir fyri og eftir hann, hevur staðið her og eygleitt tey fremmandu skip, sum komu og fóru inn og út av Havnar vág. Ja, kanska hevur hann staðið upp at hesum gróthúsinum, sum her stendur og er frá hansara samtíð.
Egon vísti á, at her er útlongsulin kveiktur í smádreinginum Pálli, og her hevur havið við síni sterku atdráttarmegi rúnarbundið dreingin, sum fram um allar aðrar dreingir kom at seta djúp spor eftir seg í vitsku føroyinga.
- Hetta var drongurin, sum legði gamla vanahugsan aftur um bak. Hann royndi at fá føroyingar at taka fyrstu fetini inn í nýggjari tíðir, sum bylgdust í londunum uttan um Føroyar. Hann læt dyrnar upp til heimin uttan fyri eingjargarðarnar.
Hann helt fyri, at nógv er skrivað og talað um kappabrøgd Nólsoyar Pálls, og tí nýttist honum ikki at endurtaka tey.
At enda í røðu síni takkaði Egon Hansen Tórshavnar býráð fyri, at tey tóku áheitanina um at reisa Nólsoyar Pálli ein minnisstein í álvara
- Nú hava nólsoyingar og tey, sum vitja bygdina, eitt sjónligt tekin um, at tað var í Nólsoy - okkara bygd - at hesin frægi sonur føroyinga varð borin í heim. Tí kunnu vit øll siga í kór, at "minnið um kappan livir", segði Egon Hansen.