Flóttafólkabólkur á G!

Við upphavi í Vesturafrikanskum flóttafólkalegum er Sierra Leone Refugee Allstars vorðnir ein av teim afrikansku bólkunum, ið eru á flest konsertferðum og oftast í upptøkuhølunum.

 

Fyrstu fræini vórðu sádd í flóttafólkalegu í Kalia, har bólkurin varð stovnaður við tí endamáli at undirhalda og gera lívið eitt sindur lættari fyri teirra samflóttar.

 

Amerikanskir filmsframleiðarar uppdagaðu bólkin og fylgdu teimum frá legu til legu í trý ár. Filmsúrslitið fekk sera góð ummæli og vísti heiminum skakandi søguna hjá bólkinum og tónleik teirra, ið beinanvegin talaði til lurtaran.

- Eins uppskakandi hesar persónligu søgur eru, skrivaði New York Times, er tónleikurin upplyftandi.

 

Newsweek tók undir við fagnaðinum:

- Tað er eins lætt at gerast forelskaður í hesum monnunum, sum tað var at gerast forelskaður í Buena Vista Social Club.

 

Stutt eftir stóð bólkurin framman fyri hugtiknum áskoðarafjøldum, sum taldi tíggjutúsundatals menniskju um tað so var í Central Park í New York ella á Fuji Rock Festival. Teir luttóku í sjónvarpssendingini hjá Oprah Winfrey og vóru við á heiðursútgávuni hjá U2, In the Name of Love: Africa Celebrates. Teir fingu stuðul og rós frá Sir Paul McCartney og Keith Richards, sum fingu íblástur frá lívsjáttandi søgu og hugtakandi tónleiki teirra.

 

Teir eru meistarar í old school reggae, afrobeat, klassiskum soultónleiki, funky afrikanskum grooves og djúpari stammumessan. Tónleikur teirra innlimar, útstrálar gleði og eldhuga fyri tónleiki og kærleika til næstran. Sierra Leone Refugee All Stars eru livandi dømi um tann lívsmátt, sum býr í mannaandanum, og eru teir íblástur hjá hundraðtúsundtals menniskjum kring knøttin.

Og nú koma teir á G! festivalin, sum verður 11. til 14. juli.