Flóttafólk tveitt í havið

Nøkur flóttafólk úr Miðeystri og Norðurafrika, sum eru komin til Turkalands, vilja vera við, at menn í grikskum hernaðarbúna tveittu fleiri flóttafólk í havið.

Turkiski herflotin bjargaði í gjár 31 flóttafólkum. Seks onnur vórðu funnin deyð, og trý eru ikki afturíafturkomin, sigur turkiska flotaleiðslan. Sambært herflotanum vóru 40 flóttafólk farin úr turkiska býnum Izmir við kós ímóti Grikkalandi. Tey, sum eru bjargað, hava greitt frá, at nakrir menn í grikskum hernaðarbúna tveittu øll flóttafólkini fyri borð.

Grikski herflotin sigur seg ikki hava frætt um tilburðin, og tað sama sigur uttanríkisráðið í Athen.