Myndugleikarnir í Jemen halda, at minst 58 flóttafólk úr Somalia eru druknað, eftir at tey royndu at flýggja yvir um Aden-sundið til Jemen.
Nøkur, sum sluppu við lívinum, hava greitt jemensku myndugleikunum frá, at tey høvdu goildið mannasmuglarum pengar aftur fyri at flyta tey um sundið. Men tá báturin var nakrar fjórðingar úr jemensku strondini, noyddu smuglararnir flóttafólkini at leypa fyri borð og at svimja til lands. Sambært BBC kláraðu 37 fólk at svimja inn á strondina, men hildið verður, at minst 58 onnur druknaðu.
Á hvørjum ári royna fleiri túsund fólk at flýggja úr Somalia og Etiopia yvir um Aden-sundið, men tey flestu koma ongantíð yvirum. ST heldur, at higartil í ár eru umleið 1.000 flóttafólk druknað í sundinum, tey flestu kvinnur og børn.










