10. januar 2016 kastaðu íslendskir granskarar ein fløskupost í havið, sum sendir eitt signal, og nú vísir tað seg, at fløskuposturin er komin til Føroya.
Á heimasíðuni hjá Verkís ber til at fylgja postinum, og har sæst at posturin, sum varð sleptur á eysturlandinum nú er í Føroyum.
Hetta er ein vísundalig samstarvs verkætlan millum Verkís og Ævar Vísindamaður, skrivar verkis á heimasíðu síni. Endamálið er at fylgja fløskuni frá strond til sjóvarstrond. Inni í fløskuni er eitt gps, sum sendir signalir, og síðani ber til at fylgja við á ferðini hjá fløskupostinum, og síðani fáa kunning um millum annað streymviðurskifti.
Á heimasíðuni hjá teimum, sum eru handan verkætlanina stendur, at finnur tú fløskupostin á sjónum, so verður tú biðin um at kasta hann út aftur á sjógv. Finnur tú hann á landi, set teg so í samband við tey gjøgnum teldupost.
Til ber at fylgja við fløskupostinum á www.verkis.is/gps










